• Heim
  • Tímatalvan
  • Breytir
  • Evnisvikur
  • Námsferð
  • Umsókn
  • instagram
   

Breytir fríggjadag

Allir næmingar skulu velja eina breyt mánadag og fríggjadag.
Niðanfyri er ein lýsing av breytunum, ið eru á tímatalvuni fríggjadag.

Talan er um:
Tónleikabreyt - Málbreyt - Listabreyt - Ítróttar/sjálvsmenningarbreyt - Leiklistabreyt - Sjóvinnubreyt


Tónleikabreyt

Ein breyt fyri teg, ið tekst við og hevur áhuga fyri tónleiki. Tú lærir samanspæl og at framføra, og eisini verður nomið við ástøði innan tónleik, so sum rútmu, nótar o.s.fr. Vant verður fram ímóti framførslum, og fáa næmingar á breytini eisini møguleikan fyri at skipa fyri konsertum á heimstaðnum og runt landið. Sostatt gevur breytin eitt gott innlit í tónleik og framførslu umframt ymiska fyriskipan innan hetta økið.

Málbreyt

Endamálið við málbreytini er at økja um málsliga og mentanarliga vitan og tilvitsku. Vit arbeiða við føroyskum og enskum máli, og hava eisini skeið í øðrum máli. Lisnir verða ymiskir tekstir og skrivligar ritgerðir gjørdar. Frálæran er á miðnámsstøði C í føroyskum og enskum.

Eitt gott grundarlag, um tú ætlar á miðnámsskúla.

Ítróttar/sjálvsmenningarbreyt

Við fjølbroyttum læringartilgongdum í ítrótti og sjálvsmenning fáa næmingar upplivingar og royndir, sum soleiðis vekur áhuga fyri kropsligari venjing og menning.
Á ítrótta- og sjálvsmenningarbreytini fáa tit avbjóðingar, ið hóska tykkum, bæði kropsliga og sálarliga. Avbjóðingar, ið menna tykkum sum menniskju og gera tykkum betur før fyri at taka við teimum avbjóðingum, sum lívið seinni bjóðar tykkum.

Ítróttarbreytin skipar eisini fyri ymiskum ítróttartiltøkum í skúlanum.

Vit fara at arbeiða við fleiri ymiskum ítróttargreinum so sum bóltspæli, frælsum ítrótti og svimjing. Eisini verður dentur lagdur á øðrvísi ítrótt.

Listabreyt

Hetta er breytin, ið gevur tær møguleikan at spenna teg teg út á ein øðrvísi og frælsari hátt. Tú mennir hugin og førleikan í ymiskum listagreinum so sum málningalist, glaslist, fotolist, leirlist og mangt annað. Ástøðiligi parturin verður millum annað at hyggja nærri at listasøgu og listarákum. Eisini vitja vit ymisk listasøvn og framsýningar.

So hevur tú áhuga og hegni innan list, er hetta rætta breytin til tín.

Leiklistabreyt

Við hesi breytini menna næmingarnir hug og førleika í leiklist. Endamálið er at menna evnini hjá næmingunum at samstarva, føra seg fram, venja samspæl millum rødd og rørslu, fata seg sjálvar og onnur, sansa og geva gætur, skapa, framføra og døma um drama og sjónleik sum leiklist.

Arbeitt verður fram ímóti at hava tvær sýningar í komandi skúlaári.

Sjóvinnubreyt

Endamálið við sjóvinnubreytini er, at tú fært innlit og royndir, sum gera teg føra/n at røkja sjógvin, og taka røttu avgerðina á sjónum. Vit arbeiða við trygd á sjónum, umframt at vit  læra um streym, kumpass, vitar og at seta kós. Vit læra at knýta knútar m.a. nylonknútar, so vit kunnu gera til ymiskan fiskireiðskap, spleysa og bøta trol. Eisini royna vit at fara á flot við snøri, snellu og tráðu. Vit læra at hagreiða fiskin, og læra at matgera í samstarvi við kostbreytina.

Allir næmingar á breytini hava eisini møguleika at taka trygdarskeið.

Frálæran er skipað í samstarvi við skúlaskipið Dragin.
Picture
Picture
Picture
Aftur til breytir
Powered by Create your own unique website with customizable templates.
  • Heim
  • Tímatalvan
  • Breytir
  • Evnisvikur
  • Námsferð
  • Umsókn
  • instagram