• Heim
  • Tímatalvan
  • Breytir
  • Evnisvikur
  • Námsferð
  • Tilmelding
  • instagram
   

Um valskúlan

Um valskúlan

Valskúlin er 10. floks tilboð  á Skúlatrøð. Tað var fyri gott 15 árum síðani, at ein roynd var gjørd fyri at menna 10. flokk í Klaksvík, og Valskúlin var úrslitið.

Sum navnið leggur upp til, so er 10. floks árið eitt val-ár. Næmingarnir hava møguleika at velja breytir, og sostatt seta saman sína egnu tímatalvu, soleiðis at hon hóskar til tørvin og hugin hjá tí einstaka.

Serstakt fyri valskúlan er eisini, at vit húsast fyri okkum sjálvi í gamla sjómansskúlanum í Klaksvík, har umstøður og fortreytir fyri læring eru í hásæti.

Á síðuni eru upplýsingar um lærugreinar, evnisvikur, námsferð o.s.fr.
Picture

Endamál

Endamálið er at geva tær møguleika at ogna tær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbering, soleiðis at tú gerst sjálvstøðugur í heimi og samfelagi. Dentur verður lagdur á at skapa líkindi fyri uppliving og virkishugi, soleiðis at tú verður vandur at arbeiða sjálvstøðugt og soleiðis kanst virka og búnast í treysti til tín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru.

Í Valskúlanum kanst tú

- Fáa góða undirvísing
- Styrkja um fakligu vitanina
- Arbeiða miðvíst móti eini ungdómsútbúgving
- Sjálvstøðugt virka við í skúlaarbeiðinum
- Styrkja sjálvsálitið
- Gerast búgvin
- Ogna tær góðar arbeiðsvanar
- Menna samstarvsevni

Tað verður væntað av tær

- At tú samstarvar væl við lærarar, næmingar og starvsfólk
- At tú ert tollyntur og hevur jaligan hugburð
- At tú tekur ábyrgd av egnari skúlagongd
- At tú møtir stundisliga til ásettu tíðir
- At tú tekur móti ymisku uppgávunum við opnum sinni
- At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt

Powered by Create your own unique website with customizable templates.
  • Heim
  • Tímatalvan
  • Breytir
  • Evnisvikur
  • Námsferð
  • Tilmelding
  • instagram